Havi verið til serstakliga áhugaverdan fyrilestrardag í dag. Námsfrøðiliga nevndin í okkara skúla hevði lagt til rættis ein dag við fyrilestri og samrøðu við Hall Thorsteinsson. Stuttligt at síggja Hall aftur, minnist hann sum barn, tá ið Durita plagdi at hava hann við sær onkuntíð. Hallur dugdi sera væl at leggja tilfarið fram, so at tað gjørdist áhugavert og viðkomandi. Hann brúkti ikki handrit og hevði passaliga lítið av smartum pp myndum. Yvirskriftin sipar til munin millum ung fyrr og nú. Fyrr vistu tú, hvat málið og endamálið var, og tú skuldi bara halda ta leiðina sum ein pílagrímur. Í dag verður tað væntað av teimum ungu, at tey velja mál, endamál, háttalag og alt. Fyrr hevði tú í nógv størri mun ein felagsskap aftan fyri teg, nú er alt títt lív, tín útbúgving tín framtíð tín egna verkætlan. Frælsi at velja, hugsa vit, men tað fylgir ein so stór ábyrgd við hesum góða valfrælsi, at tey ungu hokna undir byrðuni, áðrenn tey eru komin í gongd næstan. ÁFEL var eitt hugtak tey funu upp á fyri nøkrum árum síðani: ábyrgd fyri egnari læring.
Hallur greiddi frá teimum vanligastu sálarligu trupulleikunum, sum raka ung. Sera tankavekjandi og avgjørt nógvat arbeiða við, serliga hjá lestrarvegleiðingini.
No comments:
Post a Comment