Í gjár vóru eg og Turið til framsýningina ø-design í Mullers pakkhúsi og sjósavninum. Tað var sera flott, pakkhúsið er ein fín ramma um framsýningina, við grótveggjum og viðarbjálkum, sum hóska til tað natúrtengda tilfari, sum verður víst fram. ì sjósavninum kappast fagrir fiskar við fangandi formar fordómsleyst í fiskabúrunum. Í nógvum førum spegla listin og náttúran hvørja aðra perfekt, og krabbar finna sær býli í Guðriðsa leirhúsum. Eitt frálíkt hugskot at hava listaframsýning har úti.
Hin parturin av yvirskriftini í hesum bloggi er upphugsað av vindeygunum hjá Vero Moda í SMS. Allar konurnar - ella plastikkdukkurnar – í vindeygunum eru úlvar, ella tær hava úlvahøvd, og summar teirra fara leiðandi ein úlv. Sjálvandi fóru tankarnir sína vanligu tulkingarrundferð: varúlvur, vandamikið, kvinnur eru vandamiklar, kvinnur elska at liva lívið farligt, vilja hava ráar menn, vilja vera ráar sjálvar. Eru úlvar um náttina og kvinnur um dagin….Eg fór so inn í handilin og spurdi, hvat tann djypra meiningin við vindeygaskreytinum var. Ja, tað var Vero Mooda ketan, sum ornaði, at tað skuldi vera úlvar. So spurdi eg, um nøkur tulking fylgdi við dekretinum, man tað ikki vera… smart …rátt…pelsar.. nú kemur veturin…, svaraði hon. Tja..eingin av kvinnunum var í pelsi, tvørtur ímóti, fleiri vóru bara í einum undirtroyggjutoppi. Creepy.
No comments:
Post a Comment