Dansifelagið Tøkum lætt hevur barnadans mikukvøld kl. 7 til 8. Í kvøld var tað eg, sum skuldi lesa søgu, Turið las fyrru helvt av Lítla Sjúrði á látrinum seinasta mikudag, og nú segði eg so seinnu helvt. Søgan er nokso langrøkjut til børn, so vit hava stytt hana nokso fitt. Pápi segði sjálvur, at tað mundi vera ellisbrek, at hann var so orðaríkur. Hann var gamal, tá ið hann skrivaði um lítla Sjúrð á látrinum. Føroyskur dansur er nakað sum føroyskar bygdir, tær fara nokk at doyggja út, men vit vita ikki nær. Tað er ein long tilgongd, og enn dansa børn, hóast summir sangir eru hópin langt burturi frá teirra gerandisdegi. Vit kvóðu “Tá eg verði stórur”, tann garpurin gleðir seg at sleppa at síga í berginum og seta línu niður. Ná, nógvar gentur vóru í dansi, og vit kvóðu eisini um at fara í barnagarð og Andrass dunnu. Børnini eru so hugagóð, at tað er ein fragd at síggja og hoyra.
No comments:
Post a Comment