Oct 19, 2011
Út at stjala ross
Bókstev var hjá Ásvør í kvøld, bókin var virðislønta norska bókin “Út at stjala ross” hjá Per Petterson. Mær dámar hana øgiliga væl. Eg haldi tað er ótrúligt, at man kann skriva so róliga og hugnaliga í so hugnaligum umhvørvi við so týðiligum misljóði undir. Ein ófrættatóni, sum er har, men tú fært illa peikað á, hvat akkurát ger hann. Samskifti millum persónarnar er eitt tema, sum ger ein stóran part av bókini, nei tað vantandi samskifti. Tróndur og pápin, foreldrini hjá Jón, einsamøll menniskju í tí veldigu vøkru náttúruni. Eitt ummæli, eg fann, ber Per Petterson saman við Ernest Hemingway, áhugaverd samanbering. Ásvør hevði gjørt súpan, sum hóskaði so óføra væl til henda ársins fyrsta kavadag. Sum vanligt prátaðu vit eisini um alt møguligt annað enn dagsins bók. Tær lesa so nógv, so aðrar bøkur og filmar verða ofta havdar á lofti.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment