Í dag vóru halgikvæði á skránni. Hugsa um Katrina í Torkils døtrum, hvussu hon er lýst? Hon tímir ikki upp og í kirkju, hon svarar pápa sínum illa aftur, hon ornar rossið sjálv úti í rossahúsinum, og hon er ein frálík reiðkona. ALt eginleikar, sum vit í 2011 halda vera púra vanligir hjá einari óstýriligari ungari gentu, hon er bara sjálvstøðug og vil hava sín rætt. Um nú kvæði er 800 ár? Hvat mundu tey hildið um eina slíka gentu? Ja, hon fekk eina ringa lagnu, hon bleiv dripin, kanska tað er revsingin fyri at vera so framlig og frí. Hon kundi sitið heima hjá pápa sínum, til onkur kom at biðja um hana. Men vísan letur hana fáa uppreisn, ella fyrigeving við undurverkunum. Men also, hvat skal hon hava fyrigeving fyri? At hon varð neyðtikin kanska, ella at hon noktaði at lata seg neyðtaka? Nei, líka mikið, men í søguni “Ein gomul søga” hjá Jóhonna M. S. Hansen er maðurin, sum er prestur, í øllum føri verri enn hin grábeinti sjálvur, so harðligur og óndur hann er við hana. Og hví: tí hon skal hava verið í hóslag við hin ónda, sum hevur hjálpt henni at sleppa undan at eiga børn, í dag rópa vit tað fyribyrging…..ja tann svarta miðøld…men hvussu við okkara upplýstu tíð ? Hvussu er í Írlandi? Hvussu við ungum gentum, sum mega rýma undir jørð, tí at tær eru ikki “reinar” og sostatt kunna drepast av beiggjum, pápum og øðrum monnum…nei tann svarta miðøld er ikki so langt burturi. Vit bóru tekstirnar saman við myndir hjá eitt nú Beintu av Reyni og Øssuri Johannesen og Sigrun Gunnarsdóttir, t.d. hesa sum eitur “Komið til mín”, í mínari verð eitt løgið heiti, tí at hesin persónurin ella figururin er als ikki álitisvekjandi við lykli um hálsin og bláum klovnaskóm. Meiri speisk…hugsi eg
No comments:
Post a Comment