Sep 16, 2011

Hvør lesur yrkingar?

Bumba á morgni.

IMG_0158[1]

Var á fundi fyri føroyskt lærarar í morgun. Á skránni var fyrst kunning, og síðani var ein framløga um tær royndir tey gera og hava gjørt niðri við talgildum uppgávum. Men fyrst varð kunnað um uppgávur í Føroyum. Dentur bleiv lagdur á , at nú skulu vit hava uppgávumenning – eitt fínt men kanska nokso misvísandi orð. Vit hava nú havt sama slag av uppgávum í kanska 20 ár, segði framløgupersónurin, tíð er at broyta  og fáa nýtt. Allir miðnámsskúlar skula hava somu uppgávu til próvtøkuna, tað ger sjálvandi, at øll mega fáa okkurt, sum hóskar til teirrra, segði framløgupersónurin (lægsta felagsnevnara).Vit hava eisini gjørt tað sama í enskum, og har riggar tað væl, segði framløgupersónurin. Vit mega fáa onnur tekstasløg inn, og næmingarnir skula skriva (og lesa) slíkt, sum tey fara at fáa brúk fyri í framtíðini.  Og fólk lesa vanliga ikki yrkingar, segði framløgupersónurin. Soleiðis, bara í einum eykasetningi, svævaði han yrkingarnar, hetta er tann nýggi einsrættaði miðnámsskúlin. Í enskum í summar fingu næmingarnir hjá okkum bara ein tekst at velja í. Uppgávusettið hevði eina stuttsøgu og so tvær greinir um útflutning og handil og annað. Sjálvandi laga við undirvísingina eftir próvtøkuni, og um okkara næmingar skula kunna velja, so mega vit undirvísa meiri í handilstekstum, og tøkniligum tekstum. Og sjálvandi ikki í yrkingum. Tað er í enskum, og framløgupersónurin heldur, at tað er so super.

Tann almennandi parturin av tí almenna studentaskúlanum verður burturbeindur so við og við.

Áhugavert var annars at hoyra, hvussu tey nýta teldu og netsamband til próvtøku í Danmark.

IMG_0160[1]

No comments:

Post a Comment