Havi sitið og leitað á netinum eftir greinum um metaforur. Serstakliga um ferð, at koyra ella koyrivegin og serstakliga vestureftir. “Going west” , Westward Ho! Fann nógv um koyring sum metaforu, m.a. eina heila ritgerð um bókina “The Road” hjá Cormac, dystopi um ein pápa og ein son, sum ganga og ganga og ganga. Trongt er portrið og smalur er vegurin, men vítt er portrið og breiður er vegurin.. eg hugsi vegur man vera ein tann elsta metaforan yvirhøvur.
Minnir meg um eina søgu jká Jens Paula Heinesen um smádreingirnar, sum fara út um hagaportrið. Har er alt so fremmant, og teir síggj stór spor eftir kleyvunum á tarvinum. Portrið er verjan ímóti tí villa og ónda.
Fiskakassarnir eru kanska ikki so vakrir, men teir gera nokk sína nyttu.
Teir hálshvítu standa vakt um gamla kirkjugarð, har valdar friður mitt í ferðslurokinum í Havn.
No comments:
Post a Comment