Sep 4, 2011

Sunnudagur



Í dag fóru eg og Lív til Gjáar. Eydnuhjól skuldi vera. Vit gingu okkum ein tú niðan á Fornagarðar, Lív helt, at býlingurin er nokso disneyskur, og onkur gjáarmaður, vit tosaðu við, var eisini nokso ivasamur. Hann visti at siga, at ein av byggitreytunum er, at tað skal vera grastekja ella svart tak. Ja, grastekja segði hann, og tað segði hann, tí at soleiðis segði pápi hansara, og hann fortaldi eisini, at hann hevði hoyrt orðið í útvarpinum í eini søgu, sum pápi hevði umsett..so grastekja. Har er rættiliga nærbýlt, má mann siga. Sum eg dugdi at síggja eru 5 hús eftir at byggja. Nógv av teimum, sum eiga hús á Fornagørðum, hava ættarbond til Gjáar.
Men basaarurin byrjaði kl. 4, og skjótt fyltist bygdarhúsið við fólki. Bæði ungt og gamalt. Asfinn vann eitt elektriskt holukakujarn, so hann kann saktans, Vit keyptu lutaseðlar og seðlar til eydnuhjólið, men har bragdaði ikki hjá okkum. Vit koyrdu bæði norður og suður eftir Oyggjarvegnum, tí maratonrenningin var í dag.

No comments:

Post a Comment