Kvøldseta á Landsbókasavninum, fult hús. Stuttar føðingardagsrøður, fólk sum visti, hvat tað tosaði um. Gunnar bleiv róstur, men ikki skammróstur. Martin Næs læt okkum hoyra brot úr egnum brøvum frá Gunnari. Sera hugtakandi og stuttligt. Bókadeildin gevur Huckelberry Finn eftir Mark Twain út, og Jette Hoydal segði eisini frá Huck Finn á sera persónligan hátt. Sangirnir vóru eisini sera væl valdir, so ymiskir teir vór. Serliga riggaði Unnsa sangur framúr, og GUnnar knýtti eisini onkrar viðmerkingar til tann sangin, sum er skrivaður til Anniku Hoydal at syngja. Frálíkt, innilig og stillfør kvøða til listamannin.
No comments:
Post a Comment