Hvat grønt er í at taka allar áirnar, har sum áirnar hava verið verður ikki grønt. Svørt sár í náttúruni, og grasið verður ikki grønari av, at vatnið verður burturveitt.. Eg b…i uppá, at um SEV so tekur allar áir og løkir og hvørja tjørn í Føroyum, so verður tað sum ein dropi í havinum. Varandi oka, kalla tey tað eisini, ja vatnið kemur av himni, eg veit, men áirnar vóru varandi virði, tær vara ikki á henda hátt. Langtíðarárin, 50 ella 100 ár fram í tíðina, hvussu við tí? Løtuvinningur er at taka eina og eina á og so fáa nakrar 100 kw tímar ella mwt , ella hvussu tað eitur. Tað gera tey púra beint á Selatrað og í Sjóvar kommunu, at tey siga kortanei. Streymnýtslan veksur so skjótt, at áirnar eru bara viðfáningur kortini, eitt prestiguprojekt hjá SEV. Hvussu við alduorkuni, hvar er hon? Ikki ein fingur lyfta teir at kanna tað slagið av orku. Onkur hevur verið í Bretlandi og hugt at einum verki…men einki hoyrist um slíkt. Myndin er av Blásenda á Selatrað og tikin av heimasíðuni hjá Dimmu.
No comments:
Post a Comment