Ja, nú ljóðar yvirskriftin ordiliga romantisk, men tað er nú einaferð so, at vit eiga so flott og fín kvæði, sum fá onnur í heiminum, og tað eru okkara dýrgripir. Rasmus segði leygarkvøldið í sjónleikarhúsinum, at tað var merkiligt at hugsa um, at bara nøkur fá fólk í allari verðini duga at skipa Brynhildartátt, og tey eru øll føroyingar. Havi verið á skeiði í dag – um kvæði í undirvísing. Listafólk hava altíð brúkt skaldskap av mannamunni til at gera burturúr, so hesir dýrgripir eru ikki til at leggja í eina boks til at goyma, men til at brúka, lesa og kvøða og dansa. 800 ára gamlir tekstir hava prógvað sítt virði, tulkast av nýggjum, aftur og aftur í málningi, sangi og tónleiki og søgu. Evnini, persónarnir …sálarfrøðin, vandamálini, konstellatiónirnar … gera kvæðini til modernaðan skaldskapur. Á skeiðinum sóu vit filmin hjá Andriasi Høgenni “Imens bladene falder”. Ein sera sterkur stuttfilmur um menning, mammurollu og ivaleyst okkurt annað. Sera áhugaverdur dagur á MMR í dag. Og BTW, sum bloggan Turið plagar at siga, Kirsten Brix er lærari á skeiðinum.
No comments:
Post a Comment