Sep 6, 2011

Halgatrý nýtt battarí! hurra, hurra!



Litla Turið hevur gjørt so væl at læna mær eitt gamalt myndatól, og nú havi eg keypt nýtt battarí. Tað er sum at vera endurfødd, alt er vakrari og meiri áhugavert ígjøgnum eitt myndatól, á einum lítlum yvirskoðiligum skíggja, í eini rammu, tú sleppur at bestemma, hvat er í myndini, tú tekur órudd burtur, gronut fólk og undirhøkur og alt sovorðið. Myndin er av mínum nýggja eingli við lítlum svørtum veingjum og undarligum smáum hondum, ella kanska eru veingirnir eitt turriklæði.



Annars er mín deiliga stovutelda, mítt húsaltar, mín trúnaðarvinur gingin fyri, antin er tað skíggin, ella er tað heilin, ella er tað knappaborðið...kanska er tað soleiðis, at hetta er tíðin, tá ið teir elektrisku lutirnir hava fingið nokk. Lampan í køkinum, spildurnýggj rør (sum tey siga í sóltemplunum) er slóknað, gingin fyri. Stuttligt at prøvað at einki gjørt aftur, sum fer, vitað hvussu long tíð gongur, til akkurát sum alt er farið....køliskáp, seti bara matin uttanfyri, oljufýringin, geri bál á gólvinum, ketilin, drekki kalt te.....osfr. Eg haldi eg hevði riggað sum bohemur...



2 comments:

  1. Haha, festligt!
    Handan tekningin er btw heilt ólukksáliga góð....eg eri øvundsjúk. There, I said it.
    Eg í myndi mær eisini, at hon verður tað fyrsta tú bjargar, tá bálið á gólvinum er farið í gardinurnar! ...ella nýtast bohemar gardinur?

    ReplyDelete
  2. Apropos skifta út og ganga fyri. Havi keypt nýgjan komfýr, hatta við bara at eta kaldan mat....umberingin er, at bohemurin er ikki einsamøll í h´sui í lætuni :)

    ReplyDelete