Sep 23, 2011

SIGURÐ JOENSEN 100 ÁR

Í Sunda kommunu hava tey mentanardagar á hvørjum ári, tær ellivu bygdirnar í kommununi spenna seg út at hava mentanarlig tiltøk í eina viku. Tiltakið við Gjógv var kvøldseta til minnis um gjáarmannin, skaldið, sakføraran og merkismannin Sigurð Joensen – ja pápa. Soleiðis skrivaði Ásdís á ta stóru kakuna, sum hon hevði evnað til til haldið. Tey vóru so væl Ásdís og pápi, mamma hennara Marianna og pápi vóru systkinabørn og vóru altíð so góð við hvørt annað.

Bygdarhúsið var fullsett kl. 7, tá ið kvøldseta skuldi vera. Turið hevði fyrst ein fyrilestur um Sigurð, hansara lív og størv og nakað um hansara skaldskap. Áhugavert var at hoyra, hvørjar lærugreinir vóru á tímatalvuni, tá ið hann var á háskúlanum í 1932, tað vóru ikki lættisoppar, sum har vóru serveraðir fyri næmingunum. Spennandi at hoyra, hvussu bøkurnar um lítla Sjúrð vísa, at bøkurnar venda sær til lesaran, barnið, við undirhaldi og lærdómi. Sjónarhornið er soleiðis háttað, at lesarin fær greitt svar upp á mangt, sum lítli Sjúrður við hava svar uppá. Sera rørandi var at hoyra Turið lesa upp yrkingina “Ad matrem”, sum Sigurð yrkti til mammu sína, ein sera kensluborin og kærleiksfull heilsan til hennara, sum gav honum lív og uppvøkstur. Turið las eisini “Norðhavið”, og hon gjørdi tað væl.

Tað næsta á skránni var, at eg las “Tjúgundi maður umborð” – tað er ein nøtrisøga, onkur segði aftaná, at henni dámdi ikki so væl spøkilsissøgur. Einaferð havi eg roynt at lært meg hana uttanat. Eg segði hana einaferð við ongari bók á Café Chill í Kollafirði, har var eitt frásøgukvøld, og eg royndi meg eisini við henni í Lejre í Danmark í summar á eini frásøgustevnu, men tá bullaði eg danskt.  Søgan er rættiliga bókmentalig, og við øllum sínum skipsorðum og sluppmáliskum er hon ikki løtt at læra uttanat, so tað bleiv til upplestur við Gjógv, eg visti eisini, at áhoyrararnir har kendu til søguna og málið og ivaleyst vildu hava “ta ektaðu varuna”. Men tað gekk bara væl, hugsi eg.

Vit høvdu eina myndarøð við, sum var á stórskíggja, myndir av Sigurð og Sigrið og onkrar gamlar myndir frá Gjógv, og bøkurnar hjá Sigurði lógu frammi.

Hugaligt at fólkið við Gjógv minnist pápa og vil heiðra hann.Gjógv sep. 11 012

A4

A2

fastir 80

sigurd_sigri%C3%B0

SJ 001

við eini bók

No comments:

Post a Comment