Sep 21, 2011

Bókastev

Í kvøld vóru vit hjá Gunnvør. Har var alt gott at fáa, og bókin var Túsund bjartar sólir eftir Khaled Hosseini. Onkur okkara las hana fyri aðru ferð. Semja var um, at tað er ein fantastisk bók.  Ógvuslig og syndarlig í støðum, men endar kortini við vón. Ofta fellur prátið á aðrar bøkur og filmar, sum vit hava lisið.  Marjun lesur eina nú hjá Herbjørg Wassmo, sum eitur “Kann eg fáa eitt glas av mjólk”, og hon er so syndarlig og full av ræðuleika, at hon orkar ikki at lesa hana lidna. Svenski filmurin í Klipp-felagnum í síðstu viku var eisini fullur av harðskapi og ræðuleika. Bókin hjá Hosseini sigur frá Afghanistan frá uml. 1960 og inn í hesa øldina. Konufólk eru høvuðspersónar og landið.  Tær verða illa viðfarnar og eyðmýktar av Rasheed og av teimum lógum , sum verða settar í gildi. Landið verður eisni illa viðfarið og neyðtikið av ymsum, russar eru har sum hersetingarvald og taleban tekur síðani valdið. Men endin á bókini er vóngóður, trø og urtir vaksa aftur í Kabul, fólk eru farin at byggja hús og mála hús. Laila er við barn, og Tariq hevur fingið samband við Zalmai. Vit prátaðu um mentanina, sum sigur, at kvinnur skula vera í burka, ikki kunna fara út einsamallar, ikki ganga í skúla os.fr., og hetta er so stutt síðani, at tað er næstan nú. 005

008

013Hvussu man vera at búgva í Kabul nú. Man tað vera betri enn tá Mariam og Laila búðu har saman við húsbøðlinum Rasheed. Í gjár bleiv ein av friðarsamráðarunum, Rabbani, dripin av eini bumbu. Bumban var krógvað í eini turban. Rabbani var forseti til talebannar tóku valdið í Afghanistan.

No comments:

Post a Comment