May 5, 2014

Tað góða lívið í Antwerpen

Aftaná gingu vit ein lítlan túr at hyggja  Antwerpen er ein flottur býur, ovurstóra havn, ella nógvar havnir, til skip, bátar og yacchtir. Vit vóru í dag á einum øki, sum tey akkurát hava nýggjað uppaftur, við góðaum íbúðum og góðum matstoovum, nakað sum Vágsbotnur hjá okkum. Vit fóru á café við Dimitru, ein vinkona FS.


Aftaná gingu vit ein lítlan tein at hyggja at einum nýggjum museumsbygningi, MAS. Partur av vegginum er sjanserandi glas, nakað sum í Hørpu í Reykjavík, teir smáu figurnarnir á vegginum eru hendur. Á leiðini sóu vit eitt margháttligt hotell/matstovu, tað er ein umbygdur keikrani, urtagarður við kryddblómum og borð á "dekkinum". Á einum skelti stóð, at hetta var umhvørvisvinarlig bygging í býarrúmi.





Heima í Lelienlaan er gott at spæla úti í tí góða veðrinum, men Emil er farin á legu í morgun.


No comments:

Post a Comment