Um kvøldið grillaðu og chillaðu vit uttanfyri. Børnini spældu og súkklaðu í garðinum, hugni í hægsta potensi, men kanska eg sat ov leingi úti til samans, tí eg havi fingið galloperandi krím...aja.
Ná hósdagin fór FS út at súkkla við eini vinkonu, VIcky. Tær súkklaðu inn til Hollands og fóru 90 km til samans, frúurnar vóru móðar tá ið tær komu aftur. Vit vóru har hjá Vicky og Peter og tóku ímóti, og so...ja grillveitsla, svimjihylur (kaldur) og tennisvøllur, aftur sitið úti leingi og ikki so heitt.
Nú ið børnini eru so stór, situr Michel undir baby Harry. Madeleine bleiv verandi og skuldi sova hjá vinkonuni Alex.
Og so í dag fóru vit til Antwerpen, har Emil keypti sær tv ær bøkur at hava við á legu í næstu viku. FS bjóðaði á restaurant, hon eitur Chocolat og hevur eitt heilt ótrúligt ineriør. Í gongini inn á vesið eru horrormálningar og inni í restaurantini er mosaikk, spegl og annað.
No comments:
Post a Comment