Jun 5, 2014
Eldrakeldan
Var á fundi saman við Landsfelag pensionista í dag. Hendrik Dahl og eg vóru biðin sum umboð fyri YF, har vit (og Hanne Jacobsen) akkurát eru í ferð við at skipa eina 60+ deild í felagnum.
Hini sum vóru á fundi vóru nevndin í Landsfelagnum og eitt umboð fyri Lærarafelagið, sum hevur havt eldradeild í mong ár.
Tilelvingin var, at Landsfelagið vil royna at útvega sær stuðul í sínum stríði fyri pensinistanna korum, tey hugsa, at tað er upplagt at hava samstarv við fakfeløg, tí fakfelagslimir gerast jú pensionistar.
Serstakliga fólkapensiónin varð umrødd. Fólkapensiónina eiga vit rætt til, øll hava goldið skatt, og summi hava eisini goldið sokallað pensiónsgjald, so hatta eru oyramerktir pengar. At tað hoyrast røddir, sum vilja minka og strika fólkapensiónina er ógvuliga ørkymlandi og illgrunasamt. Sitandi samgonga hevur fyrr gjørt korta prosess við ymsum, sum hevur vakt stóra mótstøðu millum fólk, bara vit ikki vakna ein dag og hoyra í útvarpinum, at nú er fólkapensiónin strikað.
Tvørturímóti eigur grundupphæddin, sum ikki hevur verið regulerað síðani 1999, at verða hækkað. Grundupphæddin er 3.313,- og er minkað nógv í mun til lønarlagið í landinum annars og er dragnað nógv í mun til danska fólkapensión.
Tað er umráðandi, at øll yvir 60 melda seg í pensionistafelag, har tey búgva, so at vit hava eina sterka felagsrødd. Summi siga, nei ikki enn, tað er ov tíðliga, bíða til eg verði gomul. Men at melda seg í felag merkir ikki at melda seg úr samfelagnum, tvørtur ímóti, so tað er einki at bíða við.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment