Hesar dagarnar eg havi verið próvdómari á Námsvísindadeildini, havi eg hoyrt nógvar áhugaverdar framløgur. Ein framløga, sum rørdi meg, var framløgan um “Samanhangandi undirvísing í sangi frá 1-6 flokk”. At flætta sang og yrkingar inn í føroyskt og aðrar lærugreinir, so at børnini varðveita sanggleði alt lívið. Tá ið fólk gerast gomul, er tað, sum seinast hvørvur, tað, sum tú lærdi sum barn, so situr tú á ellisheiminum og syngur fyri øðrum ella saman við øðrum – sangbók dugir ikki, tí tú sært so illa. Hetta er ikki meint sum bíligt skemt um tey gomlu, men í ramasta álvara.
Tað hevur altíð verið sagt, at føroyingar syngja so nógv, men er tað so enn, duga vit enn sangir uttanat og syngja teir, tá ið hjartað flýtur yvir av gleði ella sorg?
Ein av persónligu grundgevingum næmingsins var, at hon sær, hvussu stóra gleði og styrki tað veitir ommu og abba at duga sangir uttanat.
Tað er satt, tað veitir styrki og sjálvsálit at duga sangir, kvæði og sálmar uttanat. Eg mátti hugsa um Turið systur, tá ið hon nú umborð á Norrønu skipaði “Kom upp á fjallatind” eftir Mikkjal á Ryggi. Hann hevur kvæðalag, so tað var so upplagt. Fleiri tilkomin kvóðu við, og onkur segði, at tey høvdu ikki hoyrt hann á gólvi fyrr. Hann gekk væl. Turið hevur lært sangin sum barn og dugir hann raðið. Hvussu feitt er tað ikki!!
Vit eiga ein stóran sangskatt, og lærarar hava lætta atgongd til tekstir og løg. Vit hava nýggja útgávu av Føroya fólks, og Zacharias Sørensen hevur júst givið út stórt verk til sangundirvísing. Og sangirnir hjá Alexanduri K. og Sólrun M. eru dýrgripir ti smábørn.
Tá ið børn syngja nógv, bæði rímur, skjaldur og barnasangir, verður tað so nógv lættari at fara at syngja/lesa yrkingar.
Tað er fátæksligt bara at tendra youtube, hóast tað kann vera ein hjálp.
Eg dugi eitt vet av týskum (Die Gedanken sind frei) og eitt vet av fronskum (Aupres de ma blonde), situr rimmarfast, tí at tað er sungið inn. Læra fremmandamál gjøgnum sang, hvat tá?
No comments:
Post a Comment