Eitt herligt kvøld í gjár, eg og Inga Rósa fóru á býarbókasavnið við børnunum, tað var fínt, skattaveiða, aftaná fingu tey ein plastlut, hví tað? Nú liggja plastrevolvarin og dunnubustin í bilinum sum órudd. Sama slag sum mann kann fiska á ólavsøku ella fáa í tombola á ólavsøku. Skattaveiða er fínt, les heldur eina søgu fyri teimum aftaná.
So fóru vit í útvarpið at lurta eftir Jensinu, sera fínt, nógv børn og ein so væluppløgd Jensina. Tað næsta var framsýningin hjá Marjun Heimá, riggaði væl, nógv fólk, ólavsøkudámur – uppá tann góða mátan.
Síðani fóru vit gjøgnum miðbýin, og her er tað “ketan hoppar av” , sum tey plaga at siga, búðir við gummibommum í pakkum so stórum sum rundatorn, eg meini, handlarnir eru opnir, og fólk fáa øll tey gummibomm , tey vilja – ólavsøkudámur uppá tann ófeita mátan.
Frelsunnarherurin var har við sínum tiltaki um rúsfrían dag, tey seta góðan positivan dám á allar dagar í árinum, – bæði teir mentaðu og teir ómentaðu.
Stuttligt at síggja nógv fólk í Havn, vit hoyrdu gamlar íslendskar menn syngja undir bókhandlinum, gingu gjøgnum Boysens garð. Okkara næsta hending var hjá Østrøm, har var sera hugnaligt, vafluroykur og kertuljós. Vit hoyrdu Silju leggja fram sýni úr føroysktundirvísing á Føroyamálsdeildini.
Tey, sum skipa fyri, siga við stjørnum í eygunum, at hetta verður størri ár um ár, kanska ein skal umhugsa, nær tað er nóg stórt. Small is beautiful.
No comments:
Post a Comment