Eystanljóð og tónleikarar veittu eina stórsligna uppliving, sangur og tónleikur og sanniliga eisini eina vakrar sjón. Flott framførsla av Requiem eftir Mozart, serliga endareglurnar í fleiri av pørtunum, sum vóru við “fullum útblástri”. Alt verkið verður sungið út í eitt, og solistar koma inn og hvørva aftur. At lurtarin fekk eina skrá við tí latínska tekstinum á føroyskum var super – hjá einum tekstpersóni sum mær. Teksturin er fyri ein stóran part um heimsins undirgang, helvitis logar og leyvukjaftar, men sum út liður, verður vónin um ljós og hvíld ráðandi. Kórið dugdi væl at dramtisera tekstin við sínum røddum bæði kvinnur og menn. Hugtakandi.
Kirkjan var full, og fólk sat sum undir lestri alla tíðina, eisini børnini sum vóru. Men tá ið liðugt var, dundu lógvabrestir í høll, og vit fingu eitt encore.
No comments:
Post a Comment