Apr 6, 2014

Lesa fyri børnum.

 

Vit fóru niðan í Norðurlandahúsið , nú ið seinasti dagur av lesidøgunum var. Fingu høvi at síggja installatiónina hjá Sámali Blak og hoyra Sissal siga frá, hvat íð børn kunna fáa burtur úr upplestri.

Kanningar vísa, at tess meiri ið talað verður við barnið, og tess meiri ómak tú gert tær at greiða barninum frá, tess betur og skjótari lærir barnið at lesa (tosa, skriva).Tað er ikki nóg mikið at lesa upp fyri barninum kvøld eftir kvøld, ei heldur ber til at lesa somu bók fyri smáum og stórum. Barnið má sleppa at spyrja og fáa svar, bókin má vera á hóskandi støði til aldurin. Útlendsk kanning vísir, at sosial støða hevur eisini stóran týdning fyri, hvussu eitt barn mennist. Sissal dugdi væl, brúkti PP, men við skili. Sjálvandi var nógv, sum ein kundi siga um: ja hatta vita vit. Men fínt at fáa ’ítalusett’ (er hatta ikki eitt ljótt orð) henda gerandisliga trupulleika.

009

KNOW THE WORLD – KNOW THE WORD Til at læra orð er neyðugt at kenna samanhangin hjá orðinum, kenna orðsins heim, so at siga. So at hava børn við í dagligum arbeiði og vísa teimum og tosa við tey og brúka orðini, fleiri og fleiri orð, er ein góður máti at læra tey. Neyðugt er við nógvum fjølbroyttum tilfari. Allarseinast í framløguni segði Sissal, at sjálvandi er neyðugt við føroyskum teknifilmum og telduspølum. Og eg hugsaði, hví kemur hetta seinast sum ein parantes, vit vita øll, at børn brúka telduspøl og teknifilmar nógv meiri enn bøkur.

011

Hvussu nógv áratíggju hava vit sagt, at teknifilmar á føroyskum, barnabøkur á teldli og telduspøl mega koma, eiga at koma, skula koma – eini 3 áratíggju ? Í framløgum, bólkaarbeiði og fyrilestrum á Landsskúlafyrisitingini, Skúlabókagrunninum, Námi, Móðurmálslærarafelagnum - altíð móti endanum av niðurstøðuni, framløguni ella fyrilestrinum, sum ein parantes. Í øllum barnakømrum í landinum liggja dungar av litføgrum bókum, týddum og føroyskum. Tey, sum eru í bókaklubba, koma ikki út fyri at lesa allar hesar bøkurnar. Á bókadeildini siga tey, at tey hava ikki ráð at gera filmar ella telduspøl, og forlagið var eisini stovnað til at geva bøkur út (?).

untitled

MEÐAN VIT BÍÐA Og sjónvarpið sendir og endursendir Pingu, sum er fittur, men bara tosar volapykkk. Tey eiga sjálvsagt rós fyri MUMI, Jensinusa barnasendingar og annað, men teldan og teldilin og tað interaktiva er ikki við.

untitled2

Um vit nú settu ein part av pengunum av til teir nýggju miðlarnar um árið og góvu færri týddar bøkur út í eina tíð, so høvdu vit kanska um eitt ella tvey áratíggju havt nokk til ein teknifilm? (og sjálvandi broyttu lógargreinina, sum sigur, at forlagið gevur bara bøkur og plakatir út.)

No comments:

Post a Comment