May 10, 2011

Skaput, avlagandi flirtarí


Eg hevði glett meg til hatta nýggja hølið á býarbókasavninum og netcaféina. Men eg haldi handan framsíðan á húsunum er sera lítið innbjóðandi. Kanska eg eri so lítið við í onkrum nútíðarráki, at eg dugi ikki at síggja , at tað er smart, flott, modernað ella okkurt annað. Eg dugi at síggja, at navnið á rútinum er ein avlagaður feysbukkandi formur av tí vakra orðinum býarbókasavn. BÝ BÓK SAVN, sum í: kom í okkara og læn tær eina bók og síggj okkara savn. Eitt álop frá almennari síðu á hvørsfalli, sum longu frammanundan hevur trong kor! Annars er navnið býarbókasavnið eitt so gott dømi um eitt orð, sum veruliga lærir fólk at brúka hvørsfall. Har er ov mikið av plássið á rútinum til at benda orðið. Barnabókasavnið er eisini har, og nógv børn læra at siga býarbókasavnið, tí nógv børn brúka barnabókasavnið.
Latið feysbukkarnar hava sítt mál við teimum stuttu nýgjørdu orðunum og lat býarbókasavnið vera tann mentanarmiðdepil tað er!
IMG_6085IMG_6086IMG_6088

No comments:

Post a Comment