Ordiliga errin, men tað er also bara 35 km. til samans! Líkamikið, tað kann telja meir, tí tað var mótvindur suður og oysregn norður. Eg súkkli mest undanbrekku, brúki súkkluna líkasum til ein avanseraðan stav móti brekkuni. Myndirnar á dagsins bloggi hevur Inga Rósa tikið við sínum nýggja IXus 105. Dalssíðan hevur aðrar myndir, tær eru úr mínum myndatóli. Sjálvandi , um mann nú súkklaði til Dals og vendi í túninum og fór aftur til Havnar, so vóru 70 kilometrar. Vit hava stórar ætlanir, Kristi himmalferðardag ætla vit okkum á Slættaratind, sjálvandi ikki í oysregni.
Í kvøld er AVATAR á skránni, tað er í samband við arbeiði, annars hevði eg nokk ikki sæð hann. OK hoyrast, nú eru stílar á skránni! í nógvar dagar….
No comments:
Post a Comment