Mín konfirmatiónsferð er av, aftur við mína egnu teldu við eddi og øllum Tað var sum altíð deiligt at síggja børn og barnabørn. Í morgun var eg eitt sindur bangin fyri, at øskurok skuldi fara at forða flúgving, men tíbetur eg slapp undan, nú ætlar Atlantsflog at flyta ferðir í morgin til at sleppa undan øskuroki. Fyrst var tað Emilsa konfirmatión, hann fekk ein livandi fugl frá grannunum, síðani var tað Herbertsa 3 ára agur, har vóru fult av børnum, og so var tað Símunsa konfirmatión, og Herbert svav hjá mær í Græsted kvøldið fyri. Sólrun og Lars hildu stóra veitslu fyr Símuni, yvir 70 fólk til døgurða. Sum tit síggja á myndunum, sá Símun flottur út í vesti og klædningsbuksum og nýggjum skóm. Ole Ritter fyrrverandi danmarksmeistari í súkkling gav honum eina súkklu, og foreldrini góvu honum eitt borðtennisborð til at hava úti. Og Lisa fylgdi mær út í Kastrup, vit fingu lift inn í býin, fóru so eftir strøgnum, so í buss og Metro. Fínur túrur.
No comments:
Post a Comment