Sólarmagn hevur várkonsert
Konsertin verður í Müllers Pakkhúsi í Havn leygardagin klokkan 17
Tað verða fløvandi svenskir vísu- og jazztónar, ið fara at ljóma millum gamlar veggir leygardagin klokkan fimm. Tá fer kórið Sólarmagn at hava eina várfegna framførslu í Müllers Pakkhúsi í Havn.
Kórið venur í Sólarmagni á Velbastað, har eisini fleiri av kórlimunum búgva, m.a. kórleiðarin Fróði Sandoy. Skráin er sett saman av verkum hjá m.o. Olle Adolphsson og Lars Gullin. Síðstnevndi var svenskur saxofonistúrmælingur og tónaskald, ið smíðaði framúrskarandi løg sum t.d. Kärlekens ögon, sum Gunnar Eriksson hevur lagt til rættis fyri kór.
Gunnar Eriksson, professari og kórleiðari hevur eisini lagt mong av hinum løgunum til rættis, og tað er somuleiðis hann, ið hevur funnið uppá at seta bíbliutekstir úr eitt nú prædikaranum til jazzløgini hjá Gullin. Bæði Gunnar Eriksson og Olle Adolphsson hava verið í Føroyum í musikalskum ørindum.
Olle Adolphsson var fólkakærur vísusangari og tónaskald við ansi fyri tilverunnar fjálgu stundum, sum hann hevur tulkað í ógloymandi sangum sum t.d. Nu har jag fått den jag vill ha og Nu kommer kvällen.
Henda lýsingin stóða á portalinum í vikuni. Okkara leygardagur byrjaði róliga, sita í telduni eina góða løtu, finna uppgávurnar, sum skula rættast fram og breiða meg úr á borðinum. Inga Rósa fór ørindi í býin, m.a. at fáa mær súkkluna til hús, sum eg hevði sløtt onkustaðni í býnum, tí at tað var ov myrkt at súkkla. So skuldu vit fara til familjudag á Hálsi, men fyrst skuldu vit orna nkarar lampur í køkinum. So gekk tíðin, og tað bleiv seinnapartur, so fóru vit til konsert
Og vit sannaðu, at lýsingin hjá Valdemar Lutzen um “sól og hav” var sonn. Sangurin ljómaði, Kinna sang solo, ´tey sungu úr prædikaranum og tey sungu ein lívligan kanon.
Í morgun lurti eg eftir Mahler, seinni í dag ætla vit okkum í listaskálan. Ja, nú er nýggjur stjóri har, men eg skilji á lagnum, at hansara fyrsta tiltak hevur fingið tað at prutla aftur…well spennandi, um rektarin á Setrinum eisini verður dani eins og hann í NLH og Listaskálanum, so kunna teir so væl arbeiða saman við síni felags bakgrund og felags máli---ja, hatta var uppá spott. Ná uppgávurnar rætta seg ikki sjálvar. Men tað eru fleiri góðar uppgávur, so tað er ein stuttleiki….
Hoyrast!
No comments:
Post a Comment