Ein eksperimentellur dansur, ein rørsluinstallatión, skulpturellur dansur. Var í NLH og sá framførsluna hjá svenskum dansibólki. Tær vóru kimiligar , genturnar. Mær dámdi stak væl ósemjuna millum tveir froskar, um tað nú vóru froskar, somuleiðis senuna har tríggjar havverur fáast við eitt stívnað menniskja, gera eina standmynd av tí. Men eg helt, at framførslan var ov long og fábroytt, sumt av symbolikkinum var eisini í so tungt.
Fyrr í dag var eg á nýggja stovninum Námi, tey eita nú nám. Flott framsýning av føroyskum undirvísingartilfari. Har lá handritið til tað nýggju bókmentasøguna, hon kemur út í juni.
Men allarfyrst í morgun royndi eg mítt nýggja myndatól uttanfyri, mínar amsterdamtulipanir standa penar í ár, ikki sum onkuntíð, tá ið frost og stormur gera av við tær, áðrenn tær eru komnar upp.
No comments:
Post a Comment