May 12, 2011

Sól í mei

Í Vágsbotni ein sólardag í mei er so hugnaligt. Akkurát sum í útlondum hoyri eg fleiri siga. Kom á tal við ein ungan mann, sum segði, at hetta var nakað av tí, hann býr í Onglandi, siglir við føroyskum skipi í norskum sjógvi og Barentshavinum. Víðfarin maður, hann veit nokk, hvat hann tosar um. Býurin hevur sett beinkir og borð út á eina brúgv har við kaffihúsið…fínt hugskot.

IMG_6109IMG_6111

No comments:

Post a Comment