Aug 4, 2019

Kristianna Nolsøe

Í gjár fór Kristianna til gravar. Tað var hátíðardámur í kirkjuni, tað er ikki øllum beskorið at gerast næstan 98 og at hava góða heilsu upp í ellisár. Vit hátíðarhildu hennara lív, hennara virksemi, hjálpsemi og dugnaskap.
Eg havi kent Kristiannu, síðani Anna Maria og Jákup komu saman blaðung. Hon var eitt konubrot, varð lærd til alt vanligt arbeiði heima sum barn og ung, fekk sær útbúgving, og tá ið hon gjørdist einkja á ungum árum kláraði hon at halda húsið sjálv og ala sínar dreingir upp.
Á Grønlandsvegnum hevði hon bæði hønur og seyð, og við síni kønu hond fekk hon nógv burtur úr hesum tilfeingi. Sum prestur segði: hon var ein fyrimynd fyri gentur og dreingir.

Tað var Onnu Mariu til eydnu lagað, at fáa Kristiannu til vermóður, serstakliga tá ið hon og systrarnar mistu mammu sína so tíðliga. Tað er ikki ov mikið sagt, at Kristianna gjørdist ikki bara vermamma men eisini eykamamma.

Tíggju ommubørn fekk Kristianna, og tað var ein vakur skari at síggja í Vesturkirkjuni í gjár. Tað var tætt samband millum Kristiannu og tær ungu familjurnar, og so hvørt sum børnini komu var omman klár við eini hjálpandi hond, tað veri seg til ein føðingardag, eina konfirmatión ella annað. Á myndini omanfyri situr hon við dópsbarninum Jógvani.


No comments:

Post a Comment