Aug 26, 2019

Ruslandscruise august 2019

Vit vórðu boðin vælkomin av vakrari damu í forklore búna. Hon beyð okkum breyð. Tað minti meg á, at mamma segði, at russiskur siður er at hava salt og breyð við fyrstu ferð tú fert í eini nýggj hús.


Marita og Anne Lise 

Trongligt aftan fyri oyrað á Bergi
Spáka í Kreml aftaná Fledeliusi



Í Kreml

Loftið í Moskva metro

Mads í Metro


Útsýni av 86. hædd, Moskva twin tower

Marianna og Bergljót

Moskva á kvøldi

Vasilij dómkirkjan

Laura, Guðrun Jens Petur, Mads, Hilbert, Marjun, Anna Sofía, Bergljót, Marita, Marianna, Anne Lise, Bergur, Durita
Vit vóru 14 í ferðalagnum. Tað var Gantesa (5) og makar og onnur vinfólk. Vit ferðaðust við Akademisk rejsebureau, ferðaleiðari var Carsten Fledelius, og hann hevði so hjálparferðaleiðarar afturat sær, ungar russiskar gentur, sum høvdu gott skil á øllum. Carsten er sera vitandi og elskar síni fak, søgu og film. Ferðin hjá okkum var 10. aug. til 23. aug, tó gistu vit í DK eina nátt báðumegin við.

Vit flugu til Moskva um Riga, ein bussur koyrdi okkum av flogvøllinum til skipið Pushkin, Alexander Pushkin (1788-1837) eitt av tjóðarskøldum Ruslands. Ævintýrið Ruslan og Ljudmila hevur givið restauratiónini hjá okkum umborð navn.



Guðrun og Jens Petur
Í Moskva sóu vit Reyða torgið, stjórnarbygningar og KGB høvuðssætið. Í Kreml sóu vit fantastiskar kirkjur og eina yvirvaksna kanón. Vit vóru eisini á Tretyakov listasavninum. Fledelius hevur ein assosierandi frásøgustíl, hann veit so nógv, at hann kann flyta seg frítt millum zartíð, sovjettíð, kríggj og nútíð. Sum áhoyrari helt eg tað viðhvørt vera torført at fylgja við tí hoppandi stílinum. Men eg uppfataði, at nútíðin er nærri zartíðini enn sovjettíðini. Russar síggja sítt land, sum eitt stórveldi og eru sera ernir av, at teir vunnu 2. heimskríggj (við eitt sindur av hjálp). Í Moskva eru tey í ferð við at restaurera bygningar, so nógvar bygningar. Summa staðni sást tú bæði tann restaureraða og tann órestaureraða partin av bygningi, og munurin var ovurstórur.
Vit fingu eisini rundvísing í metro'ni, eitt fantastiskt projekt hjá Stalin, og summi fóru í sirkus.








Karl Marx















No comments:

Post a Comment