Nú hevur KInna skrivað og messað um hasa listaframsýningina so leingi, og nú verður hon tikin niður…so eg og Magna fóru í síðstu løtu at skoða verkið. Vit mundu ikki sloppið framat við bili av fótbólti og renning.
Sýningin er rættiliga óruddilig, upheingingin er ótraditionell, má ein siga: ein næstan tómur veggur og ein yvirfyltur…áhugavert, men tær tættsitandi myndirnar vóru ikki so lættar at fáa eygað á, ella skula vit siga: veggurin kravdi nakað av hyggjaranum. Tóroddur fær so sera nógv pláss, ov nógv pláss eftir mínum tykki. Flottar blómur, sum Jóhanna á Steinum hevur bundið, og Hanni Bjartalíð er eisini fínur, og mær dámar betur og betur Tummas Jákup Thomsen. Nú skal eg viðganga, at Magna (2 ár) stýrdi ferðini og eg hugdi meiri at henni enn listaverkunum.
Tá ið eg segði, hygg ein blóma, segði Magna, nei ein sól…
Magnu dámdi allarbest agurkina hjá Hansinu og bingjuna hjá Tróndi, hon hevur so góðan smakk.
Tá ið vit komu heim, sóu vit, at gongin hjá teimum var gjørd til eina installatión , har nýtt og gamalt spegla hvørt annað.
No comments:
Post a Comment