Aug 11, 2013

Nú er alt bara minnir

Tá ið eg og Hans Marius møttust á ólavsøku í 1976, búði hann á Boðanesi. Hann hevði eitt kamar og atgongd til køk og bað. Húsini vóru eini sethús, men blivu brúkt sum verkstaður/skrivstova. Hann arbeiddi á hesum verkstað sum lærlingur, so hann búði faktiskt mitt í sínum arbeiðsplássi. Har luktaði av olju, bæði úti og inni, og rættiliga grómut var at síggja.

P1010181

Men í tí kamarinum áttu vit nógvar góðar løtur, Hans Marius bjóðaði drekkamunn og sjoklolátakeks, og so royktu vit. Royktu inni í kamarinum, tað hugsaðu vit ikki var nakað ónossligt ella ósunt. Á borðinum stóð henda bjørnin. Hann hevði fingið øskubikarið í føðingardagsgávu frá Jónu. Jóna og Hans Marius vóru so væl, hann var gubbi at Bárði, tí eldra soninum hjá Jónu og Beinari, og Hans Marius var ofta og vitjaði tey, Jóna hjálpti systkinabarninum, nú ið hann var komin til býin at læra.

P1010180022

Fyrimunurin við at búgva í einum bilverkstaði var sjálvandi, at tú hevði títt privatlív í friði, tá ið arbeiðsdagurin var av, var eingin, sum órógvaði, tað nutu vit gott av á jólum, tá ið eg kom til Føroyar at vitja. Eg minnist, at eg hevði seymað mær eitt sítt skjúrt. Tað var fótsítt, úr reyðum floyal, eg var so spent at vísa honum tað. Eg minnist eisini, at trappurnar á Boðanesi blivu so óluksáliga hálar í frosti, tær vóru lagdar við sløttum flísum,  og hesa somu jólaferiu gleið eg í trappunum og skræddi eina buksur í fallinum. Hans Marius hevði ein bláan Audi 100, og vit koyrdu altíð biltúr. Tað var forkunnugt hjá mær at sleppa biltúr,

No comments:

Post a Comment