Aug 14, 2013

Eitt 100 ára hald

1149006_10151535650252575_n
Tey ‘Har niðri’ á Skarði. Afturat hesum vóru Símun, Súsan, Jákup, Ann-Mari + børn
Felagið Skarðsbygd hevur gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði og lýst væl til tiltakið á Skarði 16. august 2013. Skipað varð fyri ferðamøguleikum fyri øll, og blíðskapurin í Haraldsundi aftaná var óførur. Minnisvarðin eftir Hans Paula Olsen stendur norðanfyri toftirnar, ein tómur bátur á havsins trom. Hans Pauli greiddi stutt frá symbolikkinum í myndini. Úml 500 fólk vóru á Skarði, og tey flestu vildu hava eina mynd av standmyndini. Á hesari myndini handar Andrass Jacobsen úr Haraldsundi Kunoyar bygdarráð minnisvarðan í varðveitslu.
Skarðsbygd 123
Óluva Klettskarð helt eina fína talu um tey fólk, sum høvdu búð á Skarði. Hon tók støði í sínum egna abba, Karl Klettskarð, sum var 10, tá ið vanlukkan hendi og í gomlum skjølum, sum lýsa farnar tíðir.
Skarðsbygd 121
Tað var hugaligt at síggja, at vit vóru sera nógv úr húsunum “Har niðri” , sum høvdu leitað okkum til Skarðs í dag, Sanna og Símun hjá Elsumostur komu við tyrluni, Hjørdis hjá Sannu og Hans Pauli og børnini høvdu verið á Skarði frá degnum fyri. Meduna hjá Valdemar og Turið hjá Ragnu vóru eisini. Og frá okkara grein Brian og Alda og Sigurð.

Skarðsbygd 040
Skarðsbygd 091Skarðsbygd 095Skarðsbygd 103Skarðsbygd 109
Sera nógv fólk nýttu høvið at fara til Skarðs, nógv kennir tú úr ymsum samanhangi, t.d. Bergljót og Turið, Karin Kjølbro og Vilhelmina – í broddi fylkingar.
Skarðsbygd 050

Skarðsbygd 060

Skarðsbygd 063

Skarðsbygd 069
Heimferðin var sestøk, øll gingu á træðri oman á helluna, og tað er ikki bara at siga tað, tí har er eingin lending, bara hamrar, tríggir hamrar at koma um. Men har vóru sterkar hjálpandi hendur allan vegin. So vóru bátar, sum siglu í pendulfart, men teir tóku ikki so nógv fólk hvørja ferð, so tað bleiv nakað av bíðitíð, og fólk kólnaðu. Summi gingu aftur til Haraldsunds ella Haraldsundar, sum tey siga.
Skarðsbygd 135

Skarðsbygd 141Skarðsbygd 143
Ein minniligur dagur.
    Heima í fínustovu hjá okkum lá 'seinasti lunnur á Skarði', tá ið eg var barn. Eitt maðketið døkt træpetti uml. 25-30 cm. til longdar, eg hugsaði, um tey veruliga hildu, at træpettið var pent? Men so søgdu tey, hatta er 'síðsti lunnur á Skarði'. Eg fati nú, at tað hevur verið sera kensluborið hjá mammu. Lunnarnir, sum bóru bátarnar, sum bóru menninar......

No comments:

Post a Comment