Í dag halda Anna Maria og Jákup silvurbrúdleyp. Tey hava boðið í veitslu. Og vit, sum kenna tey, vita, at ein veitsla hjá teimum borgar fyri góðsku. Hvussu ofta hava vit ikki sitið væl í Brøttulíð? Føðingardagar, konfirmatiónir og barnadópar…altíð væl fyrireikað og blíð.
Tey vóru ung, tey møttust og beinanvegin ósundurskiljandi. Tað eru ikki nógvir dagar tey hava verið sundur hesi 25 árini. Eitt gott toymi, sum hevur fingið nógv av skafti. Bæði væl útbúgvin, bæði eina og tvær ferðir; stór flott hús og alt sum har til hoyrir. Hatta er so tað materiella. Hvussu við hinum partinum av lívinum?
Jákup og Anna Maria byggja á traditionell virði: familjusamanhald, høgan arbeiðsmoral, næstakærleika og nærleika
Tey hava fimm børn og tvey barnabørn, sum hava upplivað hesi bæði fevnandi og kenslusomu menniskju. Tey arbeiða bæði í heilsuverkinum, og teirra forstáilsi fyri menniskjans pínu og veikleika kemur okkum øllum til góða. Tá ið Hans Marius eina náttina stóð við eini konu í koma á gólvinum, ringdi hann til Annu Mariu, og hon kom og ornaði alt. Tá ið sorgin rakti, og Elspa doyði, gjørdist Anna Maria eykamamma hjá systrunum, og tað er hon enn, tó skula vit ikki gloyma, at tey vóru heppin at hava Kristiannu, vermammuna, sum altíð hevur verið tann dyggasti stuðul. Anna Maria og Jákup hjálptu altíð Jógvani og Mikka við øllum, og húsini úti í Hattarvík eru teirra friðskjól.
Hjúnini hava supplerað hvørt annað væl, tað hoyrist álit og treysti í røddini, tá ið Anna Maria sigur, bið Jákup ella: eg skal biðja Jákup, ella Jákup sigur, eg skal siga tað við Annu Mariu. Tey eru sum eitt, fyrimyndarlig.
Hjartaliga tillukku og takk fyri tað tit hava verið fyri meg og okkum í Eiriksgøtu.
No comments:
Post a Comment