Nú ið eg eri í farloyvi, inniber loyvið eisini niðursetta ferð, meiri svøvn og fleiri tankar. Men eg fái onga løn í ár, spurningurin er, um tað verður ikki væl uppvigað við tí ríkidømi, sum er í at hava tíð til vinir, bøkur, børn og familju…sjálvandi mega tey eisini hava stundir til tín. Bøkurnar hava stundir, tær eru trúfastar, serstakliga klassikararnir, hesir pappírsvinir sum eiga bústað innan í tær.
Í gjár sá eg kærar vinir á miðmáli í SEVEN. Herligt at síggja tær og fáa dagført lívsstøðuna.
Sum tað er vakurt at koyra norðureftir í góðum veðri, vit koyrdu til Hvalvíkar at hitta fleiri kærar vinir og so Duritu hjá Heðini Brú. Hon var frísk og sterk og sjálvstøðug, gevandi heldur enn krevjandi, hon leit á seg sjálva allan vegin ígjøgnum. Onkur helt, at hetta mátti verið ein super bók til næmingar, og málið er so gott….eeehhhh kanska tey ungu eru ósamd.
Takk Marjun, kvøldið lær í mínum huga.
No comments:
Post a Comment