Jun 2, 2010

Buen Camino 21




Fantastiska deiligt at ganga í dag, kanska serliga, tí at í gjár var ein slíkur rókardagur. Um morgunin var fínt, so sera vakurt uppi í haddini, so komu vit til Pnferrada um middagsleitid og skuldu fara at kanna um bussar osfr. Fyrst hugdu vit kortina at rini flottari riddaraborg, sum er í Ponferrada. Men fyrst var stravid at finna bussst¨dina, so fór okkara bussur ikki fyrr enn 18.45, og vit orkadu ikki at fara nakara adra stadni, sótu tí sum -noksagt- har og bídadu í tímavís. Ná so var tad busstíd, men hann var forsinkadur, ná so fóru vit...men mitt á motorvegnum fekk bussurin forfall, og tad bleiv ein grúlig parlamenteran, sjaförurin royndi sjálvur, og vit bídadu, tá id hann hevdi dálkad seg, kom ein mekanikari, og tad tók tíd. Vit vórdu meiri og meiri nervösar, ti herbergi steingja tídliga um kvöldid, bussurin bleiv pjössadur saman, men tad bleiv so, at hvörja ferd hann stedgadi, skuldi hann hava andahjálp...vit komu til bygdar í Arzua kl. 23.30, og einki innivist...vit funnu ein mann , sum akkurát var í ferd vit at steingja... hann forbarmadi seg, dýrasta gisting á túrinum...men sum sagt í dag er alt deiligt, vit hava gingid í landbúnadarlendi, fólk hava neyt og hösn, eini gomul hjún róku neytini, eitt annad par var farid at geva seydi - nýsligid gras, vit sóu fleiri hjallar á vegnum, og Turid hevur fingid uppspurt, at teir eru til korn, ikki kjöt, annars hava vit fingid turt kjöt her. Vit koyrdu 150 km. í gjár og Santiago er á skránni í morgin og eftir tad Finisterre

No comments:

Post a Comment