01.01.2012
Kvøldið var gott, familja og matur. Dreingirnir hjá Leyvoy skutu rakettir millum tey grovu ælini, og nógv onnur skutu rakettir. Heðin gjørdi bál á Glaðsheyggi, men tað sóu vit ikki. Og nú er tað tíð til nýggjárslyfti….ehh, ehh jú nú veit eg! Er tað ikki , sum við ynskjum, at tú mást ikki siga tað fyri nøkrum, so heldur lyftið ikki? 2012 verður eitt minniligt ár, um alt gongur , sum ætlað, tað er árið, tá ið eg fari at hava ommubørn, sum búgva í Føroyum. Gleði meg sum eitt (ommu)barn!
Kaj Leo var rættiliga landsfaðirligur í síni røðu, Leyvoy spurdi, hvør mundi hava skrivað røðuna, tí hatta hevði hann ikki dugað sjálvur. Hon var øgiliga fevnandi, rættiliga lík drotningarøðuni, men løgið, eg helt, at Kaj Leyva var eisini so drotningaligur seinnapartin í útvarpium, rósti andstøðuni og beyð til samstarv og tosaði um, at Føroyar eru á veg fram ímóti størri sjálvbjargni. Tolin og faðirligur – uttan at siga tað stóra.
Eg haldi hasin Axel er nokso skilagóður, og Høgni kláraði seg væl í mótbrekkuni. Jørgen vil eg helst sleppa frá at snakka um, tað er ikki gott fyri blóðtrýstið.
Leyvoy tók eina mynd av mær í mínum gevandtum og pulshosum, skjúrtið er keypt í Colbjørnsenstræde.
Tann unga frúan var eiggilig á at líta, men tit sleppa bara at síggja annan skógvin.
Vit gleða okkum eisini:) Gott nýggjár
ReplyDelete