Nú er vátt komið í reiðrið í samgonguni. Hoyrdu tit Kaj Leyvu í útvarpinum í kvøld? Tað man vera torført at finna meiri positivan mann, semja verður funnin um Sandoyartunnilin, jú heilt sikkurt. Og so samgoguskjalið, sum hann hevur brúkt “fleiri tímar” uppá, tað var rættiliga væl sagt! Øll eru samd ella nøkulunda samd um at kommunur, mega leggja saman, og skúlar noyðast at vera størri, tað er bæði fyri børnini og pengakassan, og nú er vist bara ein spurningur um tíð, nær tey viðganga, at tað sama má vera galdandi fyri sjúkrahús > sjúklingar og pengakassa. Mundi Karsten Hansen ikki vita frammanundan, at hatta uppskotið hevur ongan kjans? Annars er tíðindaflutningurin nokso løgin, hatta innleggið í gjár um Marner sparikassastjóra, tað tók eina ævi at lesa upp, hatta hoyrdi heima í eini sending um pengar, ella portrettsending um Marner, og so kom gudhjálpimær ein rætting í dag, har tað mest saftiga av øllum vísti seg at vera órætt, hatta við partabrøv fyri undirprís..
Árið ið fór – februar.
Ikki nógvar myndir í savninum frá februar, uttan úr New York sjálvandi, har eg var eina viku í februar. Bara keðiligt, at vetrar ferian er um veturin , tað er so forbiðið kalt.
No comments:
Post a Comment