Jan 16, 2012

“- og dog er det sandt” eftir Sunneva Sandø

Sunneva Sandø búði og arbeiddi í París, men var heima í Danmark og ferðaðist, tá ið kríggið byrjaði. Hon fór beint aftur til Fraklands og bjóðaði seg fram til at hjálpa við evakuering av børnum, og hon arbeiddi fyri Reyða kross og hjálpti jødum at flýggja.

Í 144 bleiv hon tikin saman við øðrum og sett í fongsul og seinni flutt til eina legu uttan fyri París. Seinni bleiv Sunneva førd til Týsklands við einum av teimum illa gitnu fangatransportunum. Størsti partur av bókini er ein óhugnalig frásøgn frá týningarleguni Ravensbruck.

 

images

Hon greiðir frá viðurskiftunum heilt niður í staklutir: koyggjur, klæði, vesi, píning, lukturin og roykurin frá ovnunum. Hon lýsir fangavørðir, barakkovasta og læknan, sum als ikki gjørdi sítt læknaarbeiði. Skrivistílurin er sera beinleiðis og bersøgin, men ikki bara uppgevandi. Ein speisamur tóni er stundum at hóma, sum vísir, at hon ongantíð heilt gav upp. Hon royndi at hjálpa upp á tær, sum vóru verri fyri. Royndi at arbeiða, tí at tær, sum arbeiddu, vóru meiri verdar enn tær, sum antin vóru gamlar ella sjúkar og bara vóru sæddar sum útreiðsla og tí vórðu fyribeindar.

 

Modstandskvinder1

 

Aftur ein vitnisburður, frá eygnavitni,  frá krígnum og tess ræðuleikum. Av 500 fronskum kvinnum, sum vórðu sendar til Ravensbruck vóru undir 30  á lívi, tá ið kríggið var av, ein teirra var Sunneva. Hon slapp burtur haðani í apríl í 1945 og longu í juli 1945 kom bókin út.

Sunneva Sandø var fødd í Todnesi á Sandi, har pápi hennara var prestur.

2 comments: