Jan 17, 2012

Opið bræv (2) til Mentanarnevndina hjá Tórshavnar býráð.

 

Summarskúli fyri útisetabørn.

Fyrr æt Tórshavnar kvøldskúli, júst soleiðis. Nú eitur hann Tórshavnr kvøld- og ungdómsskúli. Og hann er ikki bara um kvøldið, og hann er ikki bara fyri ung, minst líka nógv fyri gomul. Eitt hugskot er at kalla hann Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og summarskúla ! So kundi býráðið stovnað enn eitt frálíkt , mennandi tilboð í kommununi. Ein summarskúla til útisetabørn, har tey skuldu lært føroyskt, mál og spøl og siðir og sangir. Hetta kundi verið eitt incitament hjá onkrum at komið aftur til Føroyar, ein stuðul hjá foreldrum, sum royna at geva børnum sínum móðurmálið, hóast tey eru langt av landi skotin. Foreldrini skula sjálvsagt gjalda eitt gjald. Skúlarnir standa tómir um summarið, so høli eru tøk. Mentamálaráðið hevði ivaleyst stuðlað. Vit, sum hava havt henda summarskúla nøkur ár (2008, 2009), høvdu fegin givið okkara royndir og ráð víðari.

No comments:

Post a Comment