Tað er okkurt við jólum og exum. Kanska er tað barnabørn ella okkurt, sum spælir inn. X menn koma langvegis frá at halda jól saman við ex konum og ex dámum. Kanska skuldi eg farið til Klaksvíkar at hildið jól, nei, so mátti eg ivaleyst boðið Birgit við og kanska einum trimum afturat, tað hevði nok blivið í so exut. Kreativur tanki til ein skemtifilm: øll ex skula halda jól saman. Absence makes the heart grow fonder er eitt orðafelli, kanska eisini eini 20- 30 ár fáa gamlar rustaðar keslur aftur í spæl? Ná, aftur í dag sá eg mína kæru familju, barnadópur var. Vit vóru í Havnar kirkju og so aftaná í Mettustovu. Og dreingjabarnið eitur Baltasar, fitt og sjáldsamt navn. Tey høvdu fotograf, so eg komdi mær ikki at knipsa so nógv, men eg fekk eina fitta av høvuðspersóninum.
Eg má minnast til at spyrja Ingu Rósu, um hon helt jól saman við Rúnari
No comments:
Post a Comment