Hann hevur blóðsmakk í munninum. Hann roynir at fáa hann burtur við at fáa sær ein munn av øli afturat, men tað vil líkasum ikki eydnast. ..
Niklas hevði verið so tryggur í kvøld, í kvøld fór hann at klára tað. Hann var komin í barrina fyri einum korteri síðani , tríggir menn stóðu við barrina við hvør sínari øl. Hann hevði brett sær á og biðið um eina øl. Hann ætlaði at hava okkurt sum ein og ein hálvan tíma fyri seg sjálvan í kvøld. HON sat í stovuni og hugdi at degi og viku, tá ið hann fór so spakuliga um dyrnar. Og aftaná kom ein krimi, sum hon plagdi at elska, so tað skuldi givið hálvanannan tíma. At koma út undir luftina, hann bretti sær á og andaði djúpt inn, so fór Niklas hond í lumma ígjøgnum bygdina. ....Menninir práta undir liðini á honum, hann hoyrir hvat teir siga. Nú práta teir um streymslit og banna inná SEV. Ja, ja øll bygdin hevði ligið svørt, stutt eftir at Dagur og vika byrjaði. Niklas hjá Pena smakkar sær á ølina, letur renna niður í hálsin, áhh so vælsignað! Knappliga er hann um at seta ølið í hálsin, Dagur og vika! Streymslit! Ja, men tað merkti jú at........hann hoyrir úthurðina ganga aftanfyri seg , og kaldur gjóstur fer honum eftir bakinum, og nú hendir alt í senn, tað gerst rúmsátt uttan um hann, menninir flyta seg fram við barrdiskinum, og barrvørðurin sigur ‘síggjast’ og smoyggir sær út í køkin, tað myrknar inni, ein skuggi ella er tað SEV, sum svíkir?
Marin Malena fyllir duraopið, og tað eru bara tvey fet yvir til barrdiskin, tað seinasta hann mintist var blóðsmakkurin í munninum.
Árið ið fór – mars
No comments:
Post a Comment