Eg elski at ferðast, (nei eg skal nokk lata vera at sitera HC Andersen ), og í ár havi eg havt høvi at fara bæði vestur, eystur og suður úr Føroyum, tað hevur verið inspirerandi og avslappandi. Fara frá øllum arbeiði og skyldum at finna nýtt útsýni og nýggjar avbjóðingar. Men eitt er, tú ikki kanst lata vera eftir, segði mín klóka vinkona, og tað er tú sjálv. Tær sjálvari møtir tú hvønn dag, um tú so ert á Gotlandi ella í Prag.
Og tú upplivir tínar egnu áskoðanir og tín egna hugburð mótvegis tí, tú sært. Fært summar fordómar royndar, hvussu tekur tú tað t.d., tá ið 6 ungar kvinnur standa beint fyri durunum og bjóða seg fram, selja seg sjálvar. Øtast tú, vamlast tú ella kennir tú samhuga?
Vit vóru 5, sum ferðaðust saman, høvdu sjálvandi hvør sítt kamar, men fingu kortini høvi at brúka tol hvør við aðrari. Tað var ikki ein dag ella eitt ár ov tíðliga at fara slíkan túr, og næstu ferð fara vit at hava sjóneyku og lummalykt við, og kanska mikrofon við forsterkara – sum kommunikasjónshjálp. T.d. til at lesa matarlepan á matstovum: orsaka! eg meini sorry! I can’t read this…..do you hava some light?
Eg haldi øll eru farin at tosa so ótýðiliga! … hetta keypti eg bíliga í Føtex…Ha? í Gøtu? …tá ið Dali var farin at gera kirkjur og sovorðið….. Ha? Skinsakjøt?
og vit elska, ta tu ferdast :) keep it up!!
ReplyDelete