Oct 1, 2013

Reykjavík fyri børn

reykjavík sep 13 031

 

Ein dagin í summar kom Inga Rósa heim og segði, at nú hevði hon keypt okkum atgongumerki til sjónleik í Reykjavík. So vit fóru vikuskiftistúr tilReykjavíkar at fara í Hørpu og at vitja Kára og Guðný og Markús. Flogtíðin er 1 tíma og 3 korter, so tað er ikki so leingi at sita still. Herbert málaði í málibók og spældi teldil. Vit fóru beina leið í barnagarðin eftir Kára, og dreingirnir komu beinanvegin á lagið. Tá ið vit høvdu verioð á Kárastíggi 12 við viðførinum, fóru vit býtúr. Eg viðmæli BandB á Kárastígi 12, har er nossligt og heimligt. Veðrið í Reykjavík var gott, nokso nógv kaldari enn í Føroyum.reykjavík sep 13 038Eitt av okkara útferðarmálum var húsdýragarðurin, men fyrst fóru vit í Laundromat at eta burgarar. Laundromat er, sum orðið sigur eitt vaskihús, men har er eisini eitt spælipláss, also eitt innaduraspælipláss, sum vit mangla í Havn.reykjavík sep 13 041reykjavík sep 13 043Omma her skalt tú taka mynd, segði Herbert, hann helt grísarnar vera so fittar, í Húsdýragarðinum er eini ein ‘vísindalig royndarstova’ fyri børn, har er ymiskt at royna. Og so er eitt stórt spælipláss við einum stórum skipi at spæla á, beinkir og borð og grill eru eisini tøk har á plássinum. Eitt frálíkt stað at farareykjavík sep 13 056

reykjavík sep 13 065reykjavík sep 13 067Tey vaksnu fáa sett seg á ein bonk og latið sólina fremja sítt undurverk. reykjavík sep 13 076

Her eru Kári og Herbert báði stappaðir í hvør sín posa hjá kellingini, tveir smørbukkar so at siga.reykjavík sep 13 084Vit vóru uppi í torninum á Hallgrímskirkjuni, og tað dámdi dreingjunum. Teir reypaðu óført um at ganga trappur allan vegin upp, men har er bara lyfta ikki trappur til ferðafólk, og sera nógv ferðafólk fer upp í tornið at njóta útsýnið. Hallgrímskirjan var okkara varði, tí beint har við búðu við og býr Guðný. Vit vóru og svumu í Laugardalshylinum, ogtað var stuttligt, har er barnavinarligt, við fleiri skrieðibreytum og svimjileikum, og so vóru vit í heitum potti, og um eingin annar er beint tá, so ber til at spæla har eisini.reykjavík sep 13 096

Í listagarði Einars Jónssonar ber til at spæla ímillum standmyndirnar.reykjavík sep 13 125

Í Hørpu hittu vit Maximús, sum er ein figurur úr einum frálíkum barnaleiki hjá symfoniorkestrinum, leikurin vit sóu var ein potpourri av ævintýrum, sum var sungin av frálíkum sangarum, men sýningin kravdi, at tú skilti íslendskt, so Herbert keddi seg. reykjavík sep 13 133

Ein ótrúligur hvíldarstaður.reykjavík sep 13 135

Vit fingu eisini tíð at hitta gamlar vinkur hjá INgu Rósu og Jóna og Dommi vóru í Reykjavík, og sum sagt Guðný og Markus búgva á Kárastígi, so har vóru vit nógv, eisini og spældu í garðinum.reykjavík sep 13 139reykjavík sep 13 152reykjavík sep 13 155Á Tingvøllum fingu Herbert og Kári at síggja jøklarnar á kortinum, og so sóu vit heystlitirnar. Tað er vanligt hjá reykvíkingum  at fara á Tingvøllir at skoða heystlitir.reykjavík sep 13 161reykjavík sep 13 174GUðný gjørdi so væl at brúka sín fródag at vera saman við okkum, hon koyrdi okkum á Tingvøllir og hon spældi við dreingirnar, meðan eg og Inga Rósa skoðau Gljúfrastein, húsið hjá Laxness, sum er savn. Har sóu vit bøkurnar hjá Turið og Tóru inni í tí allarheilagasta.reykjavík sep 13 180reykjavík sep 13 210Ein frálíkur túrur higartil. Men upplivingin á flogvøllinum í Reykjavík var ikki so feit. Vit stóðu samantrunkað í fleiri tímar, meðan kekkað varð inn. Har er ikki kapasitetur, har er heldur ikki pláss . Og tá ið øll vóru komin at sita umborð, komu fólk úr landi at kanna øll boarding pass enn einaferð. So tað var eit minus.reykjavík sep 13 230reykjavík sep 13 231

No comments:

Post a Comment