Svar við bréfi Helgu eftir Bergsvein Birgisson.
Bjarni Gíslason á Kolkustøðum skrivar eitt bræv. Hann er vorðin gamal, konan er deyð, og maður Helgu, sum skal hava brævið, er eisini deyður. Og brævið er um forbodnan kærleika, um lívslanga langtan. Bjarni var landbúnaðarráðgevi og maskinsmiður, og Helga hevði ein garð. Bæði vóru gift, men kona Bjarna, Unnur, er opererað í undirlívinum, og samlívið er liðugt, og maður Helgu er oftast burtur á fjøllunum.Teirra ástarlív var loyniligt, men sera heitt og jarðbundið. Millum ær og hoyggj og medisinbað blómar teirra samband, og Helga gerst sjálvandi við barn. Og Bjarni og Helga mega velja, eitt tungt val, og tað verður liðugt. Og loynidómurin , barnið og ástin verður tikin frá honum, ella hann valdi bygdina, sítt gamla lív framum, hann vildi ikki til Reykjavíkar. Nakrar sera áhugaverdar hugleiðingar um bygd mótvegis býi.
Gamalmennið angrar einki.
Tað stuttligasta við bókini er tann serstaki stílurin, søguformurin. Flættaðar inn í frásøgnina eru ørindi, yrkt til ávíst høvi og søgur um løgnar hendingar og merkilig fólk á bygd. T.d. er ein søga um eina ferð eftir einum líki út á ein sera einsligan bóndagarð. Bóndakonan er deyð, og teir fara við bát eftir líkinum. Teir verða bodnir vælkomnir, fáa at eta og drekka og siga so farvæl – og gloyma líkið eftir. Tað gerst ódnarveður og eingin sleppur aftur til henda garðin fyri veður. Móti vári fara teir aftur, teir verða væl móttiknir, teir síggja kistuna standa tóma og spyrja eftir Sigrið. - Nja, segði Gísli, eg smíðaði henni eitt hylki og hongdi hana upp í roykiskúrinum. Gísli hevði hugsað varðveita Sigrið eins og tú gert við mat, nú ið eingin kom eftir líkinum. Tá ið teir so fara eftir líkinum og Gísli tekur tað niður, prátar hann við konuna og sigur henni, at nú eru teir komnir eftir henni. Á ein hátt rørandi, men eisini groteskt.
Partar av bókini eru eisini um tað erotiska sambandið ímillum Helgu og Bjarna, rættiliga bersøgið. Stuttligar samanberingar, sum í Bjarnasa høvdi oftast hava við maskinur at gera, veðrar og veðurlomb eru eisini í hesum høpi.
Bókin er myndprýdd, fínar myndir eftir ein, sum eitur Kjartan Hallur.
No comments:
Post a Comment