Sólrun og Símun vóru heima eina viku, tey vóru og róku týsdagin, og tey flettu norði við Gjógv týskvøldið og mikukvøldið. Eg var í Dali í smúkkuparti hjá Sannelenu, og so kom konfirmatiónssunnudagur og føðingardagur hjá Lív Rósu. Lív Rósa er 9 ár, og Sigri hevði eitt lekkurt føðingardagsborð til okkara. Síðani gek leiðin út til Odu í Kálvagerði, har Erling helt konfirmatión og at enda til Sólvá á Grønlandsvegnum.
Sólvá var so fín og pen.
Símuni dámar væl at gera mat, so hann fekk uppgávuna at gera døgurða fríggjakvøldið. Vit fingu epla-purrusúpan við baconbitum og gratinerað hvítleyksfranskbreyð við tomat og leyki. Góða barnið, hann er blivin so stórur hjá ommu.
No comments:
Post a Comment