Eg fekk bókina frá einari, sum hevði fingið hana. Hon fór ikki at lesa hana, segði hon, tí henni dámdi ikki slíkar bøkur. Eg havi lisið hana, men Dan Brown er ikki ordiliga eg, eg havi eisini lisið Da Vinci gátuna. Hasin nørdurin Langdon er eitt sindur ov útspekuleraður, hann minnist Inferno hjá Dante uttanat! Langdon er professari í symbolum og undirvísir í Dante. Dante hevur lýsingar av helviti, nágreiniligar. Helviti er í fleiri hæddum, og syndarar enda á tí hædd, har revsingin hóskar syndini. Ein tátíðar ræðusøga, ein katastrofufilmur.
Í hesi bókini skal Langdon loysa eina gátu til at forða eini altumfatandi vanlukku: at svartideyði verður sleptur leysur. Ein svakur maður ætlar at bjarga mannaættini við at útrudda ein part av menniskjunum, so at tað verður pláss fyri restini. Tað er satt, at fólkatalið á jørðini veksur óhugnaliga, ein av spælarunum í bókini er ST stovnurin á hesum øki. Tað er satt, at fyrr minkaði fólkatalið natúrliga við sjúkum og vanlukkum, so Dan Brown skrivar um okkara alra ræðslu fyri framtíðini, og sjálvt evnið ‘fólkatalið í heiminum’ er sera áhugavert.
Bókin eitur eftir guddómligu komediuni hjá Dante, og tað er sera stórur vansi at ikki hava lisið Dante væl og virðiliga, so hevði eg betur fingið hjálpt Langdon at loyst gátuna. Men Langdon kennir Dante, og hann kennir Firenze og øll museum har sum sín egna lumma.
Bókin er full av harðskapi, ein herur av svørtum aktionmonnum er eftir Langdon og hansara kvinnuliga hjálpara, Langdon verður skaddur og missir minnið fyrst í bókini, so tað er ein eyka avbjóðing. Tey verða næstan fangað alla tíðina. Nei, mær dámar ikki so væl aktionbøkur ella harðskapsbøkur, eg læt bókina liggja í kamarinum umborð á Norrønu, kanska onkur fær gleði av henni.
No comments:
Post a Comment