Soleiðis spurdu tey við Gjógv í gjárkvøldið, tí tað var frætt og fregnað í bygdini, at ein dalbingur var komin at fletta í Hoygarðinum. Onkur kom inn, vit sótu í køkinum, viðkomandi skimaðist øgiligt og spurdi, hvar dalbingurin var. Hon situr har á beinkinumn, segði eg. Men er eingin maður, spurdi hann . Nei, jú Símun, men hann er við fyri at læra. Turið stýrir showinum. Og hon fletti trý í gjárkvøldið og tvey í kvøld. Og kallkynsorðið dalbingur merkir í okkara føri Turið.
Ærin vigaði 50 pund.
No comments:
Post a Comment