Oct 31, 2013

Vágaferð


Mánadagin 28. Oktober 2013 fóru tey  í 11x útferð vestur í Vágar. Vit fóru við bussinum av farstøðini um morgunin. Fyrsta stopp var krígssavnið í Miðvági, har Karl Johan Nielsen vísti okkum savnið. Sera áhugavert, vónandi fáa tey sømdir og stuðul frá myndugleikunum at halda fram við hesum týdningarmikla arbeiði. Síðani gekk leiðin í Kálvalíð, náðinsgarðin har Beinta Arrheboe búði, frásøgufólk var Thordis Hansen, og hon dugdi væl at siga søgnina um Beintu, m.a. nevndi hon hendingina,  tá ið Beinta bleiv rend í tvagtunnuna. Áhugavert at hoyra, hvussu søgn og nýggjari skaldskapur kann renna saman hjá góðum frásøgufólki. Thordis vísti okkum eisini kirkjuna, har vit sungu ein sálm eftir Mikkjal á Ryggi, vit skoðaðu listaverkið hjá Torbjørn Olsen,  og Tordis vísti okkum ljósastakan, sum Beinta ripaði eftir manninum.
 

Útafturkomin skoðaðu vit minnisvarðan um Mikkjal á Ryggi og gingu niðan við Hýsisá.
Síðani var Sandavágur á skránni, og Heini F. Petersen vísti okkum kirkjuna, sera áhugavert at síggja Sandavágssteinin, sum hevur longstu føroysku runaristing. Vit sóu minnisvarðan um V.U.Hamershaimb, og vit gingu eisini í barndómssporum Jens Paula Heinesens og fylgdu smádreinginum í søguni ‘Brúgvin og mýran’. Vit vóru aftur í Havn klokkan gott fimm.

No comments:

Post a Comment