Feb 11, 2014

Lagnustundin 1814

 

baardfr

Kringlan í NLH var fullsett, tá ið søgufrøðingurin Baard Frydenlund helt sín fyrilestur um 1814. Hann tosaði nakað um tíðina undan og um avleiðingarnar av Kielersáttmálanum. Til at lýsa neyðartíðina í Norðanlondum við sjórænarum, hungri og kríggi nevndi Baard Terje Vigen, sum hann vísti eina tekning av. Hann bar Nólsoyar Páll saman við Wedel greiva, sum eisini royndi at útvega korn til Svøríkis.

Norðmenn hátíðarhalda í ár 200 ára dagin fyri norskum sjálvræði. Hann kallaði hendingina eina kollvelting, tí at samstundis sum Noreg fekk grundlóg, var henda grundlóg ein frælsislóg. Støðan í Noreg eftir 1814 bleiv heilt øðrvísi enn í Danmark, sum enn hevði sín einaveldiskong.

Áhoyrararnir høvdu serstakliga áhuga fyri avtaluni í Kiel, sum segði, at Svøríki skuldi hava Noreg, men ikki Føroyar, Ísland og Grønland. Hvussu mundi leikur havt farið, um vit fylgdu við Noreg tá? Og hví mundi hetta koma í lag?

Bogi Godtfred segði, at hann hevði lært í skúlanum, at teir gloymdu Føroyar, men tað helt Baard ikki vera, kanska Bretland og Proysen hava ikki viljað latið Svøríki gerast so stórt, ella Svøríki hevði ikki áhuga at hava tey  londini, tí so skuldi man hava ein dýran flota at verja tey.

Serstakliga spennandi at fáa ein tíma í norskari/norðurlendskari søgu, glað at eg fekk upp í lag at fara.

No comments:

Post a Comment