Jul 6, 2017

Hervegurin 2017 (3)

9. juni gingu vit eitt sindur styttri, so vit funnu okkum annað gististað enn herbergi. Vit gistu á Bryrup camping. Sera vakur túrur fram við vøtnum gjøgnum skóg.

Bryrup camping
Tá ið vit vóru komnar til hús, kom glopraregn, so tað var fínt, at smáttan var opin innan. Um morgunin 10. juni var Inga Rósa hjá bakaranum, áðrenn hinar høvdu fingið eygu. Og so var føðingardagsmorgunmatur.  Tann 10. fóru vit so fróar til gongu ímoti Them, men vit lærdu, at fyri tað um adressan er Them, so er staðið kanska heilt aðrastaðni. Í Them søgdu tey, at Møllegårdens hytter vóru í Sepstrup, vit vóru hepnar, at ein ung kona í nýggjum stórum bili vildi koyra okkum hagar . Vit høvdu eina smáttu við koyggjum, og tað serliga her var, at køkurin var ein útikøkur.











Útikøkurin í Sepstrup. Góð gisting, men vertskonan var eitt sindur snubbut, helt eg.
Tann 11. juni gingu vit aftur ein alt ov langan tein, Vit komu til Kragelund kl. 17. Herbergið er í einum fjósi, sum hevur hoyrt til ein gamlan prestagarð, stórur sovisalur, nýtt got vesi og góður køk ur, Keypsan er beint yvirav.









No comments:

Post a Comment